|

Heimskendi írski popparin, sum var við í dreingjabólkinum Boyzone, spælir á Summar Festivalinum í august.
Hann hevur verið ovast á popptindunum við dreingjabólkinum Boyzone. Hann hevur hittað sum solistur. Hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum og viðurkenningum. Hann hevur tvær ferðir sungið fyri pávanum. Og hevur sungið duettir saman við øðrum heimskendum sangarum. Ronan Keating hevur í meira enn 15 ár verið eitt stórt navn í altjóða popptónleiki, og írin er framvegis virkin við framførslum og útgávum. Ronan Keating er ættaður úr norðara parti av Dublin. Mamma hansara var frisør, og pápi hansara var lastbilaførara. Sum ungur var Keating virkin í frælsum ítrótti, og hann vann eitt ungdómsmeistaraheiti í renning sum ungur tannáringur. Í 1993 var ein lýsing í írskum bløðum, har søkt var eftir ungum monnum at verða við í einum nýggjum dreingjabólki, sum skuldi verða ein írsk útgáva av Take That, sum tá veruliga hevði vunnið fram. 300 mans vóru til upptøkuroynd, og at enda vóru 5 teirra valdir til bólkin Boyzone. Ein av teimum var Ronan Keating.
Stórur solistur Boyzone fekk sítt gjøgnumbrot í 1994, og næstu seks árini høvdu teir eina langa røð av hittum kring heimin. Grundfesti var í Írlandi og Bretlandi, har Boyzone er eitt tað størsta poppnavnið nakrantíð, men Boyzone rakk langt út í heimin við sínum tónleiki. Boyzone hevði 19 sangir á UK Top 40 og 21 sangir á írska hitlistanum. Seks ferðir vóru teir ovast á bretska hitlistanum við stakfløgum. Boyzone gavst um aldarskiftið, og eftir tað hevur Ronan Keating givið 9 fløgur út sum solistur. Boyzone seldi umleið 20 milliónir fløgur, og Ronan Keating hevur árini síðani Boyzone selt umleið 25 milliónir fløgur. Stóra hittið hjá Keating sum solistur er sangurin When You Say Nothing At All, sum var við í kærleiksfilminum Notting Hill. Aðrir kendir sangir hjá Keating eru Lovin’ Each Day, The Way You Make Me Feel, If Tomorrow Never Comes, Life Is A Rollercoaster og Baby Can I Hold You. Ronan Keating hevur eisini sungið duettir við eitt nú Elton John, Leann Rimes og Yusuf Islam (fyrr Cat Stevens).
Í august spælir Ronan Keating á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin 2012 verður hildin.
(kelda: www.portal.fo - Rannvá G. Fossaberg) |
|
|

Sum umboð fyri Yamaha CA hevur Sp/f Ljóð-Tøkni møguleika at veita hópin av hátalarum, aktivum og passivum, umframt ljóðpultar frá Yamaha.
Yamaha lanseraðu eina nýggja røð av aktivum hátalarum sum nevnist DSR í fjørð. Henda nýggja serian er eftirfylgjarin hjá vælumtóktu MSR seriuni. DSR top hátalarirnir fáast í 12", 15" og 2x15" og ikki at gloyma ein aktivan 18" sub hátalara. Allar eindirnar hava ein Class-D forsterkara við DSP og leverar hesin forsterkarin upp til 1300W. Vit á Ljóð-Tøkni eru sera væl nøgdir við hesar hátalarar og serliga sub hátalarin sum er hópin betri enn gamli MSR800 subburin.
Í Januar í ár boðaði Yamaha frá aftur einari nýggjari seriu av hátalarum, henda serian nevnist DXR og minnir ikki sørt um DSR seriuna. DXR serian hevur eisini ein Class-D forsterkar. DXR hátalarirnir hava umframt XLR input, Jack og Phono, hetta gera at teir egna seg sera væl til minni tiltøk har ein kann seta bæði mikrofon og t.d. CD spælara ella iPod til uttan at brúka ein ljóðpult. DXR serian er nakað bíligari enn DSR serian og er kanska serliga rætta amatør ella semi-pro marknaðinum. Ljóð-Tøkni hevur allar hesar hátalararnar á okkara Showcase hølum í Álakeri, so er áhugið at hoyra og síggja hesar hátalarar er bert at seta seg í samband við okkum via teldupost ella telefon.
|
|
 
Ljóð-Tøkni hevur fingið nýggja umboðan. Hesuferð er talan um vælumtóktu mikrofonirnar frá Earthworks.
Vit hava somuleiðis ogna okkum eitt Earthworks sett serliga gjørt til Trummur. Settið inniheldur tvær TC25 Omni, eina SR25 Cardioid og ein KickPad adaptor. Mikrofonirnar eru serliga væl egnaðar til studio upptøkur; men vit hava eisini roynt tær til Konsertir og eru vit
ómetaliga væl nøgdir við úrslitið. Hetta mikrofon settið er partur útleigingini hjá Ljóð-Tøkni, so um tær tørvar superior mikrofonir til eina upptøku ella framførslu so er bara at seta seg í samband við okkum.
|
|
Hátalarar:
Dynacord PFE 200
Dynacord PFE 18,1
Dynacord SCR 400 top
Dynacord SCR 400 SUB
Forsterkarir:
Dynacord CL 1600
Dynacord PCA 2450
Dynacord PCA 2544
Monitorar:
EV 1502ER
Effekt processarir:
TC M-One
Ljóð pultar:
Yamaha GA 32/12 32ch
Soundcraft Spirit Live 8
|
|

Ljóð-Tøkni hevur í dag gjørt veitingar avtalu við ETC Connect. ETC er framleiðari av teimum væl kendu og nógv umtóktu Source Four lampunum. Við hesari avtaluni hevur Ljóð-Tøkni møguleika at veita Source Four lampur o.m.a. beinleiðis frá framleiðaranum. Hetta merkir at kundar kunnu fáa dygdar vøru fyri ein bíligari penga. Send okkum ein teldu post og hoyr meira um prísir v.m. |
|

Fjarðafestivalurin er nú farin í gongd og Ljóð-Tøkni leverar FOH og monitor ljóð til inni pallin. Fríggjakvøldið framførdi Brian Head Welch saman við bólki. Bólkurin hevði egnan teknikkara við til at gera FOH ljóð, meðan okkara egni Hjalmar Hvítklett stóð fyri monitor ljóðinum. Tað er ikki á hvørjum degi at vit hava tílíkar navnframar stjørnur á vitjan, og høvdu nógv fólk leita sær til Kelduna hetta kvøldið; eisini vóru nógvir Korn fjepparar komnir at lurta eftir "Head." Hjalmar brúkti M2 og M4 monitor kassar frá D&B og ein Yamaha M7CL til at gera monitor ljóð til Brian Head og hansara bólk. Til FOH var Q serian og B2 sub frá D&B brúkt saman við Soundcraft pultinum hjá Kelduni. |
|
|